Á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Um áttatíðina í morgun stoyttu tveir bilar saman í Skálafirði beint norðan fyri vegamótið við Effo-støðina

Um áttatíðina í morgun stoyttu tveir bilar saman í Skálafirði beint norðan fyri vegamótið við Effo-støðina.

 

Annar bilurin fór niðan av vegnum. Sambært løgregluni varð ein persónur fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.


Enn er ikki greitt, hvør orsøkin var til óhappið – men veðurlíkindini eru ikki av teimum bestur. Har er vindur, hvirlur og nakað av hálku.