A-landsliðið við kvinnum úttikið

Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið A-landsliðið við kvinnum.

Um eina stóra viku, sunnudagin 22. september, verður nýggj føroysk fótbóltssøga skriva, tá A-landsliðið við kvinnum fyri fyrstu fer nakrantíð skal spæla dyst í einari HM-undankapping.

 

Fyrsti dystur verður á heimavølli ímóti Skotlandi, og síðani skulu føroysku kvinnurnar fýra dagar seinni, hósdagin 26. september spæla á útivølli ímóti Póllandi.

 

Í hesum sambandi hevur landsliðsvenjarin, Jón Pauli Olsen, úttikið hesar 18 leikararnar:

 

Bjarta O. Johansen og Rakul Maria Johannesen, B36

Sigrun K Kristiansen, Sólja T. Eiðisgarð, Fríðrún Danielsen, Oddrún Danielsen, Anna Sofía Sevdal og Íðunn Magnussen, EB/Streymur / Skála

Liljan av Fløtum Petersen, Lív Arge og Heidi Sevdal, HB

Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Laila Pætursdóttir, Sigrid Jacobsen og Rannvá B. Andreasen, KÍ

Randi S. Wardum og Olga Kristina Hansen, ØK (DK)

 

HM-undankappingardysturin móti Skotlandi verður spældur á Tórsvølli sunnudagin 22. september, kl. 17:15.

 

Umframt Skotland og Pólland, skal føroyska kvinnulandsliðið eisini royna seg ímóti Svøríki, Norður Írlandi og Bosnia/Hersegovina í hesari undankappingini.