Um vit til dystin ímóti Andorra í august mangla einar fimm til sjey spælarar, so fer tað sjálvandi at ávirka liðið hjá okkum. A-landsliðið skal sjálvsagt raðfestast fyrst, men hetta var óheppið fyri okkum, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum er annar av venjarunum hjá U21-landsliðnum.
U21-landsliðið hevur í vikuni spælt tveir innanhýsis venjingardystir. Á Toftum mikukvøldið og við Margáir hóskvøldið.
Vit eru væl nøgdir við teir báðar dystirnar. Vit hava eisini fingið høvi at síggja fleiri nýggjar leikarar. Fleiri leikarar eru eisini farin úttanlands og hava gjørt stór framstig. Uppaftur aðrir eru komnir aftur til Føroyar og hava fingið fótin fyri seg í føroysku kappingini. Alt í alt er U21 hópurin sterkari enn nakrantíð, sigur Bill um venjingardystirnar.
Føroyar eru í bólki við Russlandi, Rumenia, Lettlandi, Moldova og Andorra. Føroyar liggja á einum fjórða plássi við átta stigum. Andorra hevur eitt stig á niðasta plássi.
Vit hava nú sæð einar 40 leikarar og í summar verða einir tveir venjingardystir. Tað er eisini uppá tal, at hópurin fer á eina venjingarlegu stutt undan ólavsøku, men tað er ikki komið upp á pláss enn, sigur Bill at enda um fyrireikingarnar til komandi uppgávurnar.
U21-landsliðið hevur tveir dystir eftir í hesari EM undankappingini. 8. august kemur Andorra á vitjan í Føroyum og 4. september tekur Moldova ímóti.