Hondbóltur
Kappingin fer í ár fram á Cypros, og í mun til kappingina í Bosnia fyri tveimum árum síðani, verður talan um fleiri sterk lond, sum taka lut hesaferð. Í HSF vóru tey annars í iva, um Føroyar skuldu senda nakað lið avstað yvirhøvur, ella um talan møguliga skuldi verða um U-landslið. Hetta um talan enn eina ferð gjørdist um ov nógv veik mótstøðulið, har føroyska liðið einki fekk burtur úr ítróttarliga.
Nú er tó greitt, at so verður ikki. Gaman í eru øll londini ikki eins sterk, men nøkur eru, sum uttan iva kunnu vera við til at menna føroyska liðið í nøkrum knallhørðum dystum.
Bosnia, sum vann kappingina seinast, verður við, og tað verður Finnland eisini. Finnland var ikki við í 2006, men í 2004 spældi føroyska liðið eina óhugnaliga spennandi hálvfinalu móti Finnlandi.
Ísrael, sum Føroyar eisini spældu ímóti í 2004, verður eisini við í kappingini, har Cypros, Malta, Estland og Ongland/Skotland eisini taka lut.