Næstan líka gomul sum stevnan sjálv er Ovastevnukabarettin.
Fyrstu árini var mestsum bara talan um improvisión, og tá kundi tú fara til hvørja sýning og hvørja ferð uppliva nakað nýtt.
Men sum tíðin er liðin er eitt meiri professionelt snið komið yvir kabarettina.
Ikki tí, innihaldið hevur verið trúfast móti tankanum um, at leikararnir við góðsinnaðum speiðsemi gera gjøldur burtur úr teimum, sum hava gjørt okkurt minni heppið gjøgnum árið. Og soleiðis verður uttan iva eisini í ár.
Hóast leikararnir eru líka trúgvir móti traditiónini um einki at lata leka út framman undan, so góvu pallurin og onkur viltfarin orð korini onkra ábending.
Sum vant verður Ovastevnukabarettin spæld í Royndarhúsinum, og hesaferð kann henda, at eingir sangir verða við í kabarettini. Hetta kemst av, at trupult hevur verið at fingið tónleikarar at spæla undir, og serliga er tað ein vantandi trummuleikari, sum er trupulleikin.
Men hinvegin, kenna vit nólsoyingar rætt, so kunnu teir gera smá undur upp á onga tíð – eisini yrkja sangir til frumframførslu fáar tímar seinni.
The Usual Suspects
Manningin er hesaferð sett saman av tveimum ógvuliga royndum leikarum, einum, sum var við í fjør, og so trimum debutantum.
Reidar Jacobsen er tann royndasti í kabaretthøpi í Nólsoy. Hann er við fyri 10. ferð av teimum 15 kabarettunum, sum hava verið leiktar á Ovastevnu.
Aksel á Botni (fyrr Joensen) er kortini uttan samanbering royndasti sjónleikarin við minst líka nógvum sjónleikum aftan fyri seg sum tær átta kabarettirnar, hann nú fer at hava leikt leikt. Hartil kemur, at hann hevur verið statistur í fleiri filmum.
Villy Joensen var eisini við í fjør, og hevur tí tær royndirnar at dúva upp á, meðan Vibeke á Botni hevur verið við í onkrum skúlaleiki.
Fyrstu ferð á palli eru Brandur Hansen og Jacoba Jacobsen. Hesi bæði hava tó systkin, sum hava drúgvar royndir sum kabarettleikarar. Snæbjørn Hansen telist millum drúgvastu kabarettleikarar í Nólsoy, meðan Nicolaj Falck (bróður Jacobu) hevur líknansi cv sum Aksel at vísa á.
Sum nevnt oman fyri fingust nøkur hint um, hvat kabarettin fer at snúgva seg um í ár. Onkrir avdúkandi figurar eru málaðir kulissirnar, og teir vísa, at í hvussu er nakrir av »the usual suspects« eru við.
Men eisini okkurt spildurnýtt offur fær eftir øllum at døma ein týðandi lut í kabarettini. Tað eru jú ikki øll, sum velja okkum ta traditionellu útbúgvingina.