Úr Lestrarblaðnum í Sosialinum 21. februar:
Júst tí er Miðnám á Kambsdal ein serstakur, spennandi og livandi skúli, har næmingar og starvsfólk trívast. Hvønn dag verður stembað eftir, at virðini, sum eru faklig dygd, virðing, samstarv og nýhugsan, síggjast aftur í øllum virkseminum á Dalinum.
Komandi skúlaár verður aftur møguleiki at søkja inn á fjlbroyttu útbúgvingarnar, ið skúlin kann bjóða. Flestu freistirnar eru 15. mars.
Tær tríggjar breytirnar
Búskaparbreyt, hugbreyt og náttúrubreyt eru trý ára gymnasialar breytir, ið leggja dent á ymiskar fakligar kósir. Búskaparbreytin leggur dent á vinnu, náttúrubreytin á náttúru og hugbreytin á mál. Fyrsta árið eru breytirnar tó rættiliga líkar, men annað og triðja árið mennist profilurin líðandi.
HF - fyrireikingarbreyt
HF – fyrireikingarbreyt er ein tvey ára gymnasial breyt. Vanliga eru næmingarnir nakað eldri enn næmingarnir á trý ára breytunum. HF er ein góðu møguleiki hjá tær, sum hevur havt ein steðg eftir fólkaskúlan, men ætlar tær eina gymnasiala útbúgving upp á tvey heldur enn trý ár.
##med2##
FHS – yrkisnám
FHS er ein eitt ára útbúgving, ið kann gerast partur av skrivstovu- og handilslæru. Somuleiðis gevur eitt FHS-prógv atgongd til 2. árið á búskaparbreytini. Sostatt er FHS eitt frálíkt tilboð til tann, sum kanska ivast í trý ára gymnasialari útbúgving og/ella vil sleppa skjótt í handils- ella skrivstovulæru.
Norðuratlantiski studentaflokkurin
Miðnám á Kambsdali er við í einum slóðbrótandi samstarvi um norðuratlantiska studentaflokkin. Í hesum flokki tekur tú eina gymnasiala miðnámsútbúgving í fýra londum upp á trý ár. Tú gongur í flokki við næmingum úr Íslandi, Grønlandi og Danmark. Lestrarleiðin leggur dent á náttúrufakini og serstakliga biotøkni. Freistin at søkja inn á norðuratlantiska flokkin er 1. mars.
Serbreyt
Serbreytin er ein fýra ára útbúgving ætlað ungum við serligum avbjóðingum. Endamálið er at skapa møguleikar og førleikamenning við støðið í tí einstaka í einum umhvørvi saman við teirra javnaldrum.
FSA og AÚ
FSA og AÚ eru útbúgvingar, ið Miðnám á Kambsdali bjóðar sum parttíðarútbúgvingar. FSA er stytting fyri føroyskt sum annaðmál og er ætlað teimum, ið ongan ella lítlan førleika hava í føroyskum máli. AÚ er stytting fyri akademiútbúgving og er ein styttri hægri útbúgving snikkað til tín, sum frammanundan er í vinnu og ynskir førleikamenning innan t.d. búskap og leiðslu.
Les meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo
Lestrarblaðið kann lesast her: https://www.calameo.com/read/007198570ad00f862ba3f