Á heimsjamboree í Suðurkorea: Ein uppliving fyri lívið

At luttaka á heimsjamboree sum skóti, er “ein uppliving fyri lívið”, siga føroyingar, sum eru á heimsjamboree í Suðurkorea, sum to endaði fyrr enn ætla vegna ódnarveður

At tað er ein uppliving fyri lívið at vera á eini heimsjamboree, tað kunnu hundratals føroyingar taka undir við, ið hava havt gleðina av at luttaka á einum slíkum stórum altjóða tiltaki.

 

Í løtuni eru 33 skótar í aldrinum 14-17 ár, umframt leiðarar og hjálparfólk, á jamboree í Suðurkorea.

 

Føroysku skótarnir í Korea hava upplivað eina Heimsjamboree, ið seint verður gloymd. Síðani fyrsta heimsjamboreein varð hildin í London í 1920, er tað ongantíð fyrr hent, at ein jamboree er endað fyri tíð. Men týskvøldið blivu allir 45.000 skótarnir fluttir av leguøkinum, tí melduródnin Khanum hevur sett kós ímótir Suðurkorea, og tí er ikki ráðiligt at tjalda.

 

Allir skótarnir eru nú hýstir aðrastaðni. Flestu í Seoul, har føroyska ferðalagið eisini er.

 

##med2##

 

Vit búgva á einum nýggjum hotelli, ið ikki er tikið í nýtslu enn, so tað eru ongar sengur á kømrunum. Vit eru 4-6 á hvørjum kamarið, og har er gott at vera, tí her er aircondition og teir hentleikar, okkum tørvar. Jamboreein heldur fram her í Seoul í øðrum líki, har vit hugna okkum saman við øðrum skótum.

 

Í dag vera vit biðin um at halda okkum innandura á hotellinum, tí tað verður væntandi umleið klokkan 17, at ódnin Khanum kemur hendanveg. Tað svarar til nú klokkan 9 føroyska tíð. Vit fara at fylgja við ódnini av 17. og 19. hædd á hotellinum. Vit kunnu vænta sera nógv regn. Vit hava keypt mat inn og hugna okkum inni í dag.

 

##med3##

 

Í morgin verður stóra endaceremoniin, sum er flutt til Seoul World Cup Station, har ein dystur er fluttur, so skótarnir fáa hitst aftur til endabrakið. Síðani seta skótarnir kósina heimaftur til øll heimsins lond við ryggsekkinum fullum av spennandi upplivingum.

 

Vit eru sera spent til endaceremoniina, og í gjár fingu vit boðini, at heimskendi koreanski bólkurin BTS kemur at framføra fyri okkum.

 

Skótarnir eru á einum máli um, at hendan upplivingin er ein av teimum allarstørstu.

 

##med4##

 

»Eg fari nokk altíð at minnast setanina av jamboreeini. Tað var ordiliga flott. Eisini havi eg havt tað ordiliga stuttligt saman við mínum vinum, og so havi eg tosað við skótar úr øllum heiminum«  

 

Jóhannes Jørmundsson, 14 ár.

 

 

 

»Eg haldi, at legan var heilt fantastisk! Tað var ótrúliga positivt at uppliva, hvussu fitt og innbjóðandi øll vóru. Eg elskaði eitt nú “culture day”, har ið allir skótabólkar vístu ymiskt fram frá sínari mentan. Nógv høvdu tjóðarbúnar við, og tað var so flott at síggja. Serliga legði eg merki til, hvussu flott klæðini úr Malaisia vóru. Á indiska leguøkinum fingu vit henna tatoveringar, og hjá Egyptalandi lærdu vit at skriva okkara navn við hieroglyffum.

 

At síggja hvussu ymisku londini høvdu innrættað sítt leguøki var eisini hugtakandi. Nøkur dugdu sera væl at skapa hugna og øll bjóðaðu okkum inn á teirra øki til eitt prát.

 

Øll tosaðu við hvønn annan, og vóru “við uppá tað”, so sjálvt um onkur eru smæðin, so komu skótar yvir og spurdu um tú vildi bíta um merkir, skótaturriklæði ella luttaka í teirra spølum og aktivitetum. So tað var lætt hjá øllum at hitta fólki.

 

Mær dámar eisini so væl at royna ymiskan mat, so eitt av tí, ið mær dámdi væl, var at fara inn á “food court”, har nógv av luttakandi londunum høvdu ein bás, har tey seldu mat úr egnum landi. Tað var so lekkurt, og har royndi eg ymiskt. 

 

Nú er jamboreein flutt til Seoul, og her hava vit tað eisini gott. Hæddarpunktið var, tá vit fóru á kareokebar hin dagin. Tað var ordiliga stuttlig. Eisini var tað eitt gott legubál, ið vit høvdu í gjárkvøldið saman við dønum, norðmonnum, australiarum og eysturríkarum”

 

Ronja Ji Súnadóttir, 17 ár.

 

##med5##

 

Føroysku skótarnir verða aftur í Føroyum 15. august

 

Við skótakvøðu

 

##med6##