A-HA letur yvirskotið av einari konsertrøð til felagsskapin ?Mercy Ships? Mánadagin 4. oktober fer A-HA at hava eina konsert í konserthúsinum í tí norska høvuðsstaðnum, Oslo. Fríggjadagin 8. oktober fer tann kendi norski tónleikabólkurin, sum hevur verið í gongd í meir enn eina fjórðingsøld at hava eina konsert í tí kendu og stórfingnu konserthøllini, Royal Albert Hall í London.
Yvirskotið frá báðum konsertunum fer til tann í Føroyum væl kenda kristna felagsskapin ?Mercy Ships?, sum er serliga væl kendur fyri sítt hjálparvirksemi í Afrika.
Ì samrøðu við norska TV2, sigur Morten Harket: - Vit vilja gjarna verða við til at gera arbeiðið hjá Mercy Ships meira kent millum manna. Tí hava vit tikið avgerð um at hava tvær slíkar stuðulskonsertir. Hetta er tað minsta vit kunnu gera, greiðir Morten Harket frá.
Tónlistarliga fara teir í A-HA at gera nógv burturúr, tí eitt kamarorkestur við 30 limum fer at verða við til at mynda konsertina.
Morten Harket segði eisini í samrøðuni við norska TV2, at tað er heilt stutt síðani, at hann hoyrdi um tað vælgerandi arbeiðið hjá Mercy Ships.
Mercy Ships rekur heimsins størsta privata sjúkrahússkip, sum eitur MS Africa Mercy. Fitt av føroyingum hava starvast umborð á Africa Mercy. Africa Mercy hevur 400 læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur starvsfólk. Øll hesi starvsfólkini arbeiða púra ókeypis fyri Mercy Ships.
Mercy Ships átti eisini ?MS Anastasis?, sum vitjaði í Føroyum á tveimum sinnum. Føroyskur navigatørur, Jonhard Joensen av Strondum hevur verið skipari umborð á skipunum hjá Mercy Ships.