Á fundi við teilendsku sendistovuni

Umboð frá teilendsku sendistovuni vitjar í Føroyum

Morakot Janemathukorn, varastjóri fyri teilendsku sendistovuna í Keypmannahavn, við fylgi vóru á fundi við Tórshavnar kommunu í dag. Ingibjørg Berg, kommunustóri, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, tóku ímóti.


Teilendska sendistovan ynskir at knýta tættari sambond millum teilendsku ríkisborgararnar í Føroyum og Tórshavnar kommunu. Morakot Janemathukorn greiddi frá, at yvir 100 teilendarar búgva í Føroyum, harav umleið 70 í Tórshavn.
Hon legði stóran dent á, at teilendarar eru fyrikomandi og sjálvstøðugir, og vilja gjarna geva sítt íkast til vælverðina í samfelagnum, tey búgva í. Hennara fatan er, at teilendingar og aðrir ríkisborgarar í Føroyum hava ávísar trupulleikar at fáa neyðuga innliti í føroyska samfelagið.


Á fundinum var eisini Krongrak Jøkladal við. Hon hevur búð í Føroyum í nøkur ár og arbeiðir í Frítíðarskúlan í Hornabø. Størsti trupulleikin er málið, og hennara áheitan var, at útlendingar fingu munandi meira undirvísing í føroyskum máli, so at tey betri kundi taka lut í øllum samfelagsviðurskiftum.


Endamálið við fundinum varð at knýta sambond til víðari samstarv millum sendistovuna, kommununa og teilendska umhvørvið í Føroyum. Ingibjørg Berg, kommunustjóri, greiddi í hesum sambandi frá tilboðum, sum kommunan longu veitir útlendingum. Harumframt greiddi hon frá, at býráðið ynskir at draga til høvuðsstaðin fleiri útlendskar ríkisborgarar at geva sítt íkast til samfelagsvøksturin, og til tess at fáa ein livandi og dynamiskan høvuðsstað.