Á fund um fiskivinnunýskipanina

Allir flokkar eru í morgun møttir á fundi í Fiskimálaráðnum at viðgera uppskotið um eina fiskivinnunýskipan.

Fiskimálaráðið hevur sett øllum flokkunum á Løgtingi stevnu klokkan 9 í morgun. Á skrá stendur stórmálið um eina fiskivinnunýskipan, sum landsstýrið hevur arbeitt við seinastu mánaðirnar. Tvey umboð fyri hvønn flokk eru boðin til fundar.

 

Upprunaliga var 1. februar settur sum evsta mark fyri at leggja eitt uppskot fyri tingið, men hesa freistina megnaði landsstýrið ikki at halda. Síðst í januar vóru andstøðuflokkarnir boðnir á fund hvør sær við landsstýrið, men gjørdu teir tá greitt, at teir helst vildu samráðast við samgonguna saman.

 

Málið um fiskivinnunýskipan hevur drigið nakað út nú, vit eru komin út í mars mánað, og tó at bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskimálum hava sagt, at samgongan hevur eitt felags forstáilsi fyri, hvussu fiskivinnan skal rekast framyvir, so tykist tað enn vera ein teinur á mál.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur gjørt greitt, at hann vil hava eina breiða semju um málið, og fyri hann merkir tað, at hann vil hava stuðul frá í øllum førum øðrum av teimum stóru andstøðuflokkunum, og báðum teimum smáu.

 

Fundurin í dag verður væntandi drúgvur, og vónað verður, at umboðini fyri ymisku flokkarnar fara at tosa opið og frítt um, hvussu tey ynskja, at føroyska fiskivinnan skal rekast í framtíðini.