Á fótbóltsferð í Montevideo

Hoyr sendingarnar um stórliðini, Nacional og Penarol, og um fyrsta HM-málið í søguni her :

Í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 hava vit seinastu tíðina hoyrt fótbóltsreportasjur úr Uruguay.

 

Seinastu tvær ferðirnar hava vit vitjað bæði stórliðini í høvuðsstaðnum Montevideo, Nacional og Penarol. Hesar ferðirnar vóru gjørdar við felagsskapinum "Fanaticos Uruguay". Vit vitjaðu eisini staðið, har tað fyrsta HM-málið var skotið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hesar báðar sendingarnar í einari og somu ljóðfílu. 

 

Við at trýsta á hesa leinkjuna ber til at hoyra ta fyrstu fótbóltsreportasjuna úr Uruguay, sum var um savnið hjá uruguayanska fótbóltssambandinum og tjóðarleikvøllin "Estadio Centenario": http://www.in.fo/news-detail/news/vitjadu-savnid-hja-mest-vinnandi-landslidnum/