Thorkild Fransgård er úr Farsø í Himmerlandi og valdur í sama valdømi, sum Kirsten Jacobsen - sum kortini fekk 250 ferðir so nógvar atkvøður, sum hann.
Kirsten Jacobsen varð vald við 29.449 atkvøðum, meðan Throkild Fransgård einans fekk 129. Men tó so - Thorkild Fransgård fær kortini »heiðursplássi«, um vit so kunnu siga, tí hann er tann av fólkatingslimunum, sum er valdur við fæst atkvøðum.