Á filmsfestival í Houston

Nýggjasti filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir er útvaldur til sýningar á stóra filmsfestivalinum Worldfest-Houston.

Ludo eftir Katrin Ottarsdóttir er útvaldur til sýningar á Worldfest-Houston filmsfestivalinum. Worldfest-Houson, sum í ár verður hildið á 48. árið, er ein av elstu filmsfestivalum í norðuramerika og einasti altjóða filmsfestivalur í norðuramerika, sum einans er fyri sjálvstøðugar filmar, og tí ikki tekur ímóti filmum frá størri filmsframleiðarum.

 

Eini 55 til 60 filmar verða sýndir á 10-daga langa festivalinum. Vanliga vitja eini 30.000 fólk festivalin.

 

Millum teirra, ið hava fingið heiðursløn á filmsfestivalinum eru Steven Spielberg, George Lucas, Ang Lee, Ridley Scott, Oliver Stone, Francis Ford Coppola og Coen-brøðurnir.

 

Ársins útgáva, hin 48. í røðini, verður hildin í Houston frá 10. til 19. apríl.