- Her eru tveir klivar hvørju megin miðjuna, og í miðjuni er pláss gjørt til eitt nú sjónvarpsupptøkur við lágari glasgirðing frammanfyri, sigur borgarstjórin. Mynd: Álvur Haraldsen

Á Dungasandi verða bestu miðlaumstøður í Føroyum

- Næsta stigið hjá okkum á Dungasandi verður at gera alt uttanumøkið liðugt og útvega fleiri parkeringspláss, sigur borgarstjórin, Eyð Ellingsgaard.

 

- Her eru tveir klivar hvørju megin miðjuna, og í miðjuni er pláss gjørt til eitt nú sjónvarpsupptøkur við lágari glasgirðing frammanfyri, sigur borgarstjórin. Mynd: Álvur Haraldsen

Fótbólturin fyllir nógv í Sørvági, og skalt tú vera við í bestu fótbóltsdeildini, eru krøv til útbyggingar og dagføringar á ítróttarøkinum.   

 

Sørvágs kommuna hevur nú bygt eitt fjølmiðlahús upp í 07 Vestur-húsið, sum kemur at gera umstøðurnar við vøllin nógv betri – ikki minst umstøðurnar hjá miðlunum.

 

Á veghæddini í fjølmiðlahúsinum kunnu mál og annað goymast undir taki, eins og útskiftingarbenkur til liðini eru undir taki.

 

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, vísir á, at í ovaru hæddini í útbyggingni eru klivar til miðlafólk, bløð, portalar, útvarp og sjónvarp.

 

- Her eru tveir slíkir klivar hvørju megin miðjuna, og í miðjuni er pláss gjørt til eitt nú sjónvarpsupptøkur við lágari glasgirðing frammanfyri.

 

Hon sigur, at soleiðis, sum tey hava skilt, verða hetta bestu miðlaumstøður, sum eru við nakran fótbóltsvøll í Føroyum.

 

Men, hetta er ikki øll útbyggingin við fótbóltsvøllin á Dungasandi. 

 

Her er eisini arbeiðið í gongd við at byggja skýli á suðursíðuni við vøllin við tilsamans 480 sitiplássum.

 

- Her eru eisini nøkur sitipláss ætlað fólki í koyristóli. Eisini verða rampur gjørdar til einar 3-4 bilar við eystara horn á skýlinum, soleiðis at eldri og fólk við avbjóðingum kunnu sita í bilinum og hyggja eftir fótbólti, um tey ynskja tað.

 

Borgarstjórin vísir á, at Formaðurin í 07 Vestur, Jón Nordendal, sum sjálvur er byggifrøðingur og arbeiðir hjá Landsbyggifelagnum, hevur teknað alt ítróttaøkið.

 

- Vit hava roynt at tikið øll atlit við útbyggingini, soleiðis at útbyggingin ikki skemmir.

 

Eyð Ellingsgaard leggur aftrat, at næsta stigið hjá Sørvágs kommunu á Dungasandi verður at gera alt uttanumøkið liðugt og útvega fleiri parkeringspláss.

 

##med2##

 

- Her eru tveir klivar hvørju megin miðjuna, og í miðjuni er pláss gjørt til eitt nú sjónvarpsupptøkur við lágari glasgirðing frammanfyri, sigur borgarstjórin. Mynd: Álvur Haraldsen

Á suðursíðuni við vøllin verður skýli við tilsamans 480 sitiplássum. Mynd: Álvur Haraldsen.