Grækaris Djurhuus Magnussen
Páskatúrurin, sum Smyril Line skipaði fyri til Londons í ár eydnaðist so væl, at felagið nú fer undir onnur samsvarandi tiltøk.
Beint eftir summarsiglingina skipar Smyril Line fyri cruise-ferð við
Norrønu til norðurlendsku høvuðsstaðirnar Oslo, Stokkhólm, Helsinki og Keypmannahavnar.
Farið verður av Havnini leygardagin 6. september, og Norrøna verður aftur á Havnini mánadagin 15. september.
Á Smyril Line verður upplýst, at tey halda hesa leiðina vera áhugaverda og spennandi, tí fáir føroyingar hava verið í øllum teimum norðurlendsku høvuðsstaðunum. Flestir hava bara verið í einum ella tveimum.
Nógvar útferðir
Eins og gjørt varð í London á páskum, verður skipað fyri fleiri útferðum, meðan Norrøna er í ymsu høvuðsstaðunum. Talan er um útferðir, sum fólk annars mangan ikki geva sær stundir til.
Ferðafólkini skulu hava møguleika at uppliva mest møguligt av tí, sum fyriferst í Oslo, Stókkhólmi, Helsinki og Keypmannhavn, verður sagt á P/F Smyril Line.
Í Stokkhólmi verður vitjað á kongsslottinum, og vitjað verður eisini í søguligum býum sum Upsala og øðrum. Eisini verður møguleiki at síggja grøvina hjá Dag Hammerskjold.
Í Danmark verður ein ?víkingatúrur³ gjørdur til Roskilde, har møguleiki verður at síggja tiltiknu víkingaskipini. Hjá teimum ?kongaligu³ ber til at vitja á Krónborg Slotti.
Ferðir úr Noregi
til Bretlands
Smyril Line fer eisini at skipa fyri øðrum cruise-ferðum, og lagt verður fyri við eini ferð úr Bergen beinleiðis til London. Farið verður úr Bergen týsdagin 16. september, og Norrøna verður aftur í Bergen mánadagin 22. september.
Henda sama dagin, 22. september, ger Norrøna ein túr aftrat til London. Men tá verður farið inn í Stavanger á vegnum.
Vit vóna, at tikið verður væl undir við hesum ferðum okkara. Eydnast ferðirnar, so er møguleiki fyri at víðkað verður seinni, siga tey á Smyril Line.
Kostnaðurin fyri cruise-ferðina til norðurlendsku høvuðsstaðirnar er úr 3.600 krónum fyri hvønn á 4-koyggjukamari, upp í 8.800 fyri hvønn á luksuskamari við dupultsong og WC/bað. Morgunmatur er roknaður í kostnaðin.