A. C. Evensen 150 ár

Andrias Christian Evensen vanliga nevndur A. C. Evensen, varð føddur í prestagarðinum á Viðareiði 6. desember 1874.

Hann varð studentur frá Sorø og útbúgvin prestur og tók við kalli á Sandi 1903. Heilt frá ungum hevði hann serligan tokka til føroyskt mál og viðurskifti og hann varð virkin á fleiri økjum.

 

Í Føroyingafelag og seinni, hevði tað hansara stóra áhuga at arbeiða fyri fyrsta aðalmáli felagsins, at fáa Føroya mál til æru. Børn lósu og skrivaðu danskt, men tosaðu føroyskt. A.C. Evensen helt at skuldu føroysk børn læra at lesa føroyskt, áttu tey at fáa føroyskar lesibøkur at brúka í skúlanum.

 

Hann var fyrstur at gera føroyskar lesibøkur til skúlarnar, tað eiga vit at minnast hann fyri

 

Snar.fo um A. C. Evensen