Krúpa smáar klukkur
á ljósum trevjarásum
á Bøvegi á Internet.
Tær vappa og lappa
út og inn úr einum
teldugoggukassa í Gabon,
sum goymur alt um
Krumbara Kanasana
blómusavnara,
úr sóljugula Bøvegi
á Internet.
Teroykur dampar úr tekrússi
í húsi Krumpara Kanasana,
og fer henda guva
víða um á Bøvegi á Internett.
Hann rósast
millum Bahrain og Qatar,
millum Fámjen og Húsavík.
Teroykurin úr krússi Krumbara Kanasana
stimbrar Sólju Sannu
úr Fámjin
og Ásgerð Ásadóttir
úr Húsavík.
Hann bindir saman
Usupa Mohammed
úr Bahrain og
Jakwa Nakana
úr Qatar við
Sólju Sannu og Ásgerð Ásadóttir
á superspace
kl. sjey.
Goggu-kassa-teldu-savnari
Krumbara Kanasana
er ógiftur vappari
á trevjarás á Bøvegi á Internett,
og fróur býður
hann seg fram
í sínum sóljugulu Gabon hosum
við Internet-tedussa-brosum.
?Eg eri fýrati fimm,
og eigi í dag
tað sama sum í gjár.
Eitt krúss av te
eina gamla ?ged,?
eitt kreditkort,
sum er Groharlem Bundtland norskt
Eitt modém,
eitt telduhjól,
sum fram ímóti jól ´
melur runt,
í einum
lítlum teldukistli
í Gabon.
undir Krumbana Sanasar lon.
Graziosu
Børn hava onga hindring
í hesi samanbinding.
Aldur ongan týdning
á hesi Internet Bøvegafrýgging.
Windows ella World Perfect
og annað frekt,
rekur ongan vekk,
men eg má kappast við
Usupa Mohammed
úr Bahrain
og Jakwa Nakana úr Qatar
við teldu-tedussa-osa
úr goggukassaposa
á Bøvegi á Internet!?
Hvør fær Sólju Sannu
og hvør fær Ásgerð Ásadóttir?
Fyrsta frýggj á Internet fer nú fram
á super space-
yvir einum krúss av te.
Tedrankarin Krumbara Kanasana
úr Gabon,
ella teldukálvurin
Usupa Mohammed
úr Bahrain,
ella vapparin Jakwa Nakana úr Qatar,
vilja teir nú hava tær,
ella er tað bert eitt tankafrýggj,
sum nú fer um garð og stýggj
á Bøvegi á Internet?
Men tær báðar-
Sólju Sanna og
Ásgerð Ásadóttir
sita úti á bygd og vappa
millum gardinur og telduurtapottar
og gera eitt sveiggj
við síni mús,
á Bøvegi á Internett.
Tær skunda sær til hús
við síni teldumús
á síni heimasíðu:
Bragd aftan á vinstra
og framman av stúv!
Og rópa á, dú! Á, dú!
Við sínum teldueygum
vilja tær bert hava ein vappara
í sokkum reyðum.
Frits