Oman á áhaldandi ófrið í fleiri dagar og nætur er aðalverkfall í Grikkalandií dag Fakfeløgini, sum skipa fyri verkfallinum í dag, hava eisini boðað frá stórum mótmælisgongum ímóti stjórnini, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at mótmælistiltøkini kunnu enda í ófriði.
Tað hevur verið ófriðarligt í Athen og øðrum grikskum býum í fleiri dagar og nætur, eftir at ein ungur drongur doyði av skotum frá løgregluni. Drongurin fór til gravar í gjár, og ófriðurin kyknaði aftur aftan á gravarferðina.
Stjórnin hevur biðið fakfeløgini broyta avgerðina um verkfall, men tað vilja tey ikki.











