- Aðalstjórnin vildi helst at vallyftir vórðu hildin

Petur í Gong, formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, sigur, at málið um dupult mandatið hjá Magna Arge er óheppið fyri flokkin, men aðalstjórnin fær ikki gjørt nógv við málið. Tað má toppurin í flokkinum loysa, sigur hann.

Í valstríðnum til Fólkatingsvalið segði Tjóðveldi í fleiri umførum, at um eitt av teirra umboðum var valt, vildi viðkomandi ikki røkja fleiri sessir, men einans hava ein sess í senn. Tí fór viðkomandi at hava farloyvi úr Fólkatinginum í nøkur tíðarskeið, um valevnið eisini var valt inn á Løgting.

 

Høgni Hoydal vann sessin, men fór í farloyvi beinavegin og lat varamanninum, Magna Arge, sessin á Fólkatingið. Magni Arge fekk undantaksloyvi at fara í farloyvi úr Fólkatinginum einaferð. Tí royndi hann aftur nú, men fekk noktandi svar frá formansskapinum á Fólkatingi. Hann vil tó í Løgtingi nú og hevur tí tikið eina avgerð um, at hann í eina tíð hevur sæti í báðum støðum, sum annars er beint ímóti vallyftinum hjá flokkinum.

 

Petur í Gong er formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi. Hann sigur, at hetta er sjálvandi eitt keðiligt mál fyri flokkin, men hinvegin, so eru fólkavald suveren á sínum sessum og tí fáa aðalstjórnin og flokkurin einki gjørt um Magni Arge tekur sætið í báðum støðum.

 

- Eitt vallyftið er givið og tað fær mann ikki broytt. Hetta er tó ikki nakað sum aðalstjórnin hevur ávirkan á, so tað má verða millum teirra, sum ráða í flokkinum, sigur Petur í Gong.

 

Hann sigur eisini, at hann skilir avgerðina hjá Magna Arge, tí hann er eisini valdur í Føroyum og vil røkja sín sess her heima eisini.

 

- Hetta er blivin ein tekniskur spurningur. Fólkatingið er ikki saman í løtuni og tí er einki hjá Magna Arge at fáa farloyvi frá og spurningurin er tí, um hvør skal halda feriu frá Fólkatinginum, sigur Petur í Gong.

 

Vildu helst at vallyfti blivu hildin

 

Petur í Gong ásannar tó, at málið er óheppi fyri flokkin, tí vallyftið var givið og hetta er ikki sambært tí. Aðalstjórin í Tjóðveldi vil sjálvandi hava, at flokkurin og valevnini hjá flokkinum halda síni lyftir, sigur Petur í Gong, men vendir aftur til tað, at hetta er ikki eitt mál, sum aðalstjórnin hevur so stóra ávirkan á.

 

- Ein loysn er sjálvandi, at annahvørt Høgni Hoydal ella Magni Arge siga sessin frá sær. Ella báðir. So kemur næsti á listanum inn. Í øllum førum vil eg siga, at eg vóni hetta málið er loyst áðrenn Fólkatingið kemur saman aftur. Hetta er keðiligt beint nú fyri flokkin og vit mugu so taka tað skrædlið á okkum, sigur Petur í Gong.