- Vit harmast um, at tingmaður floksins, Sjúrður Skaale, hevur valt at fara úr flokkinum, og sum forkvinna í aðalstjórnini takki eg honum fyri hansara starv fyri flokkin, sigur Óluvá Klettskarð. - Sjúrður Skaale hevur verið og er ein dugnaligur politikari og hevur givið flokkinum nógv.
Tað sigur Aðalstjórn Tjóðveldis í tíðindaskrivi, sum júst er komið.
Forkvinna í aðalstjórnini er Óluvá Klettskarð, og hon ger vegna stjórnina greitt, at stjórnarskipanarmálið hvørki er eitt stríðsmál ella persónsstríð í Tjóðveldi, hóast ein tingmaður hevur valt aðra støðu enn flokkurin.
- Stjórnarskipanaruppskotið og tær broytingar, ið eru skotnar upp í mun til upprunauppskotið, eru viðgjørd væl og virðiliga í Tjóðveldi í fleiri umførum. Allur flokkurin, aðalstjórnin og tingbólkurin, stendur saman um uppskotið og støðuna hjá formanninum í stjórnarskipanarmálinum.
Tað sigur Óluvá Klettskarð, forkvinna, í tíðindaskrivinum, sum hon hevur sent vegna aðalstjórnina.
- Stevna floksins er framhaldandi, at einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum, og Stjórnarskipan Føroya eigur at verða ovasta lóg landsins.
Sum forkvinna fyri aðalstjórnini takkar Óluvá Klettskarð Sjúrði Skaale fyri hansara starv fyri flokkin, samstundis sum honum verður ynskt blíðan byr.