Aðalstjórin hevur onga viðmerking

Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, vil ikki gera viðmerkingar til málið um havnaútbyggingina

Tað eru mong, ið sita við spurningum um handfaringina av málinum um havnaútbyggingina.

 

Millum annað eru tað nógv, ið vilja fáa greiðu á hvat er hent í Heilsu- og Innlendismálráðnum og um ein framhaldandi kann hava álit á, at mannagongdirnar á ráðnum rigga sum tær skulu.

 

Sirið Stenberg vil ikki gera viðmerkingar um starvsfólkamál og nú sigur Turid Arge, aðalstjóri, tað sama.

 

Hóast hon fyrst játtaði at gera viðmerkingar til Sosialin, trekti hon í land tá spurningarnir blivu settir.

 

Anni á Hædd, leiðari á Orku- og Náttúrudeildini í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn, eftir at góðkenningin til havaútbyggingina fór út, uttan at landstýriskvinnan gav loyvi til tess.

 

Tænastumannafelagið, har Anni á Hædd er limur, hevur mótmælt ætlanarskrivinum um uppsøgn, eins og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið hevur mótmælt, at landstýriskvinnan leggur ábyrgdina av málinum á embætisfólk.

 

Sirið Stenberg hevur sagt, at hon sum landstýriskvinna tekur ábyrgd av málinum, men higartil er tað so bert eitt embætisfólk, sum kemur at kenna avleiðingarnar av málinum.