Sambært Dimmalætting roknar Løgtingsins Umboðsmaður við, at kanningin av setanini av aðalstjóranum í Uttanríkisráðnum verður liðug innanfyri tríggjar vikur.
Løgtingsins umboðsmaður fer í summarfrí miðjan juli og kanningin skal verða liðug áðrenn hetta, hevur Dimmalætting fingið at vita.
Herluf Sigvaldsson hevði verið virkandi aðalstjóri í Uttanríkisráðnum í tvey ár, tá hann var settur í fast starv tann 22. juni í fjør. Illgruni hevur valdað um, at setanin ikki fylgdi fyriskrivaðu forskriftunum, og tí kærdi Búkskapar- og løgfrøðingafelagið setanina til Løgtingsins umboðsmann. Hetta gjørdi felagið stutt eftir, at Herluf Sigvaldsson fekk starvið sum aðalstjóri og síðani hevur verið arbeitt við kanningini.
Nú stívliga eitt ár er liðið, síðani aðalstjórin varð settur er sambært Sólju í Ólavsstovu, umboðskvinnu, sum Dimmalætting hevur tosað við, ikki langt eftir á mál við kanningini.
- Málið verður liðugt áðrenn summarfrítíðina, sigur umboðskvinnan í stutt¬ari viðmerking til fyri-spurningin frá Dimmalætting.









