Samgonga
Edvard Joensen
Tinganes:Aðalstýrini í almennu fyrisitingini hava nú navn av ráði. Eisini hevur Høgni Hoydal, sum heldur fram sum varaløgmaður, nú fingið sitt egna ráð, Løgmálaráðið.
Tey upprunaligu seks aðalstýrini, sum sett vórðu á stovn við stýrisskipanarbroytingini, sum Finn Normann Christensen stóð fyri, eru nú vorðin til átta ráð.
Allir landsstýrismenninir hava fingið egin ráð, tó hava landstýrismaðurin við almannamálum og landstýrismaðurin við heilsumálum sama ráð.
Umframt løgmansskrivstovuna og nýggja Løgmálaráðið eru ráðini í fyristingini nú Fíggjarmálaráð, Fiskivinnumálaráð, Vinnumálaráð, Mentamálaráð, Trivnaðarmálaráð (tað sum fyrr æt Almanna- og Heilsumálastýrið) og Oljumálaráð.
Á tíðindafundi i Tinganesi hósmorgunin byrjaði Anfinn Kallsberg, løgmaður við at loysa Óla Holm og Samal Petur í Grund, landsstýrismenn úr starvi.
Samstundis setti hann í starv nýggju landstýrismenninar Annlis Bjarkhamar, Bill Justinussen og Páll á Reynatúgvu.
Løgmaður greiddi frá frá býtinum av málsøkjunum, sum sæst aðrastaðni í blaðnum.
Tá løgmaður var liðugur at presentera nýggja landstýrið, varð sjálvt samgonguskjalið undirskrivað. Teir fýra, sum skrivaðu undir, vóru fyri Fólkaflokkin, Anfinn Kallsberg, fryi Tjóðveldisflokkin Høgni Hoydal, fyri Miðflokkin Jenis av Rana, meðan Kári Højgaard skrivaði undir vegna Sjálvstýrisflokkin.