“Vit hoyra dagliga, hvussu ymiskir kraddara-bólkar innan tað almenna krevja meir og meir pengar til ymisk endamál, ið fyri tað mesta eru púra høpisleys”
”Hesir bólkar kalla seg frøðingar av ymsum slag, men fer ein at hyggja nærri at hesum fólkum og teirra grundgevingum, so er beinavegin, at ein gerst varugur við, at tað man vera so sum so við frøðini”
”Pengar verða kravdir til at granska fyri, til heilsufrøðiligu starvsstovuna, búskaparfrøðingar og løgfrøðingar krevja at verða settir í starv á onkrum av teimum nyttuleysu aðalstýrunum. Hesi fólk eru totalt uttan fyrilit og kosta tí føroyska samfelagnum í dýrar dómar. Hetta verður fyri tað mesta gjørt, fyri at fáa nakrar krónur uppá ein lættan máta”
”Tey, ið hava funnist mest at fiskimonninum, eru ofta tey, ið hava fingið mest frá honum. Hesi eru at meta við eina gapandi pisu, sum tekur móti føðini, fyri síðani at skvøtta hana út aftur í reiðrið. Hesar pisur verða ongantíð floygdar, men halda á fram við at dálka okkara reiður, Føroyar”










