Suðurafrikanarin Kumi Naidoo, sum er aðalskrivari í umhvørvisverndarfelagsskapinum Greenpeace, varð tikin, tá hann í dag fór upp á boripallin Leiv Eiriksson úti fyri Vesturgrønlandi. Við sær hevði hann 50.000 teldubrøv frá fólki, sum vilja hava oljufelagið Cairn Energy at gevast við boringini.
Grønlendska løgreglan tók Kumi Naidoo og eitt annað umboð fyri Greenpeace og flutti teir til Nuuk við tyrlu.
Fyri átta døgum síðani staðfesti ein niðurlendskur dómstólur, at Greenpeace kann fáa 50.000 evrur í bót um dagin, um felagsskapurin ger seg inn á trygdarreglurnar á og rundan um Leiv Eiriksson.