Aðalskrivarin hjá Heimamissiónini seinastu fýra árini flytur í næstum av landinum Trúboðin skrivar, at Vagn Foldbo, ið hevur verið aðalskrivari hjá Heimamissiónini seinast fýra árini, hevur sagt seg úr starvi.
Hann flytur saman við familjuni til Danmarkar í summar, har kona hansara, Sólrun, fer at lesa til heilsurøktarfrøðing.
Tey fara at búgva í Århus. Vagn verður í starvi sum aðalskrivari fram til umleið 1. august.