John Johannessen
Eyðun Klakstein
NATO hevur bæði góðkent og viðmælt uppritið frá bretska professaranum, Michael Clarke, sum staðfestir, at Føroyar ikki tørva at hava her fyri at gerast limir í Partnership for Peace, sum er ein felagsskapur undir NATO.
Tað er sjálvur aðalskrivarin í NATO parlamentinum, ið hevur viðmælt uppritið.
Hetta staðfestir umsitingin í Tinganesi eftir at Sosialurin hevur biðið um at fáa nærri innlit í arbeiðið kring uppritið frá Michael Clarke, professara.
Viðmælið styrkir um frágreiðingina frá Michael Clarke og staðfestir, at upplýsingarnar frá danska uttanríkisráðharranum til landsstýrið um, at Føroyar mugu hava vápnaða megi fyri at gerast limir, eru skeivar.
Báðir teir føroysku fólkatingslimirnir, Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard, hava sett Niels Helveg Pedersen, uttanríkisráðharra, skrivligan fyrispurning um málið.
Tað hevur ljóðað, at landsstýrið hevur fingið tríggjar frágreiðingar frá trimum ymiskum serfrøðingum um verjuna av fullveldinum Føroyar, men hetta avvísir uttanlandsdeildin hjá Løgmansskrivstovuni.










