Aðalráð og ferðavinna – fortíðarinnar syndir

Nú eru floksformenn samdir um, at 9 aðalráð eru ov nógv. Men hvar er stutt-tíðar minnið? Í januar 2008 høvdu vit 7 aðalráð, men takkað verið A, B, C, E og H fingu vit fyri trimum árum síðani 9 aðalráð at umsita føroyska samfelagið.

Undir CHE-samgonguni, sum sat í nakrar mánaðir í 2008, fingu vit Uttanríkisráðið, og tá ið ABC-samgongan kom til á heysti 2008 vórðu almanna- og heilsumál býtt sundur í 2 aðalráð.
Sjálvstýrisflokkurin vil hava hægst loyvda talið á aðalráðum, sum skal vera 5, ásett í stjórnarskipanini.

Ferðavinnan avlagað
Umframt øktar almennar útreiðslur var ein av avleiðingunum av nýggju aðalráðunum, at ferðavinnan varð avlagað. Nógv fólk vóru sett í starv í Uttanríkisráðnum, meðan Tjóðveldi hevði landsstýrismannin, og hesi fólkini skuldu sjálvandi hava okkurt at gera. Tí varð stovnurin Samvit tikin av og uppgávurnar at røkja ferðavinnuvirksemi í Føroyum fluttar í Uttanríkisráðið (!), meðan Fólkaflokkurin ráddi fyri uttanríkisborgum. Síðani hava fólk, sum starvast við ferðavinnu í Føroyum, gjørt vart við, at umstøðurnar at arbeiða við ferðavinnu ongantíð hava verið so ringar sum nú.
Sjálvstýrisflokkurin vil virka fyri meira fjøltáttaðum vinnulívi, eisini betraðum umstøðum fyri ferðavinnu. Og hetta skal gerast uttan tilvildarliga politiska uppílegging, sum vit sóu við Samvit.

Elefant-kirkjugarðar?
Søgur siga, at elefantar, sum kenna á sær, at deyðin er nær, leita sær til eitt loyniligt, seinasta hvíldarstað, har teir leggja seg at bíða eftir deyðanum.
Set krossin av nýggjum. So at hvørki løgtingið ella føroyska samfelagið enda sum elefant-kirkjugarðar.

Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Sjálvstýrisflokkin til løgtingsvalið