Aðalorðaskifti um uttanríkispolitikk

Jørgen Niclasen, uttanríkismálaráðharri, legði í gjár fram eina frágreiðing um føroyska uttanríkispolitikkin, og týsdagin verður aðalorðaskifti um frágreiðingina. Fram til 2002 var vanligt, at ein frágreiðing um føroyska uttanríkispolitikkin varð løgd fyri Tingið einaferð um árið, og nú verður tann tátturin tikin upp aftur.

Hetta er ein frágreiðing, ið lýsir, hvar vit eru, og hvagar vit fara, ein støðuuppgerð, sigur Jørgen Niclasen.

Talan er um eina frágreiðing, sum bæði lítir aftur eftir og fram eftir. Í henni verða sostatt eisini málini við framtíðar uttanríkispolitikkinum nevnd, bæði tá tað snýr seg um fiskivinnu og samstarv við útheimin yvirhøvur.

Stórur dentur verður lagdur á at skapa nýggj sambond, samstundis sum verandi sambond verða styrkt. Tað ræður um at hava eitt gott umdømi uttanladns, antin vit so skulu selja eitt fiskaflak úr Barentshavinum ella eitt hotellrúm á Viðareiði, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkismálaráðharri.

Frágreiðingin varð sum nevnt løgd fyri Løgtingið í gjár, og aðalorðaskiftið verður týsdagin í komandi viku.