Á tingfundinum, sum verður settur klokkan tíggju í morgun, verður aðalorðaskifti um frágreiðingina um útbúgvingar og granskingarpolitikk í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina.
Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, legði á tingfundi 16. november frágreiðingina fram.