Aðalkonsul vitjar borgarstjóra

Albert Jónsson, aðalkonsul Íslands í Føroyum, vitjaði Heðini Mortensen borgarstjóra í Tórshavnar kommunu í gjár

Á fundinum umrøddu aðalkonsulin og borgarstjórin møguleikar fyri samstarvi millum Ísland og Tórshavnar kommunu, nú og komandi, skrivar www.torshavn.fo

Umframt at tosað var um politisku støðuna upp undir valið í Íslandi 25. apríl 2009, var eisini tosað um grunnin Reykjavík-Nuuk-Tórshavn, sum hevur ársfund í Reykjavík í summar.

Í sambandi við 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu vórðu tvey ítøkilig mál umrødd. Tey eru klassiskur tónleikur fyri børn og ein íslendsk filmsstevna. Fyrra tiltakið verður í vár og hitt seinna í heyst.

Fundurin endaði við at borgarstjórin handaði íslendska aðalkonsulinum gávu frá Tórshavnar kommunu.

Albert Jónsson tók við sum íslendskur aðalkonsul í Føroyum á nýggjárinum. Frammanunan hevði Eiður Guðnason røkt starvið síðani 1. apríl 2007, tá aðalkonsulátið varð sett á stovn. Íslendska aðalkonsulátið heldur til í Fútastovu í Gongini í Havn.