Aðalfundurin settur

29. aðalfundurin hjá FSF er settur. Eftir at feløgini fyrst viðtóku, at fundurin var lógligur og viðtøkuførur, var tøgn í ein minutt, har aðalfundurin mintist Torleif Siguðrsson og Hjalmar Joensen, sum báðir eru farnir seinasta árið.

Síðani segði Per Ravn Omdal, sum er nevndarlimur hjá UEFA, og sum vitjar á aðalfundinum, nøkur orð.

Ikki minst legði hann stóran dent á tað avrik, sum Torleif Sigurðsson hevur framt. Bæði innan FSF og innan UEFA.