Aðalfundur í Ísraelsfelagnum

Sunnudagin 18. mai kl.16.00 verður aðalfundur í Ísraelsfelagnum.

Fundurin verður í Miðlon, Hoyvíksvegur 67, Tórshavn.

Sunnudagin 18. mai kl.16.00 verður aðalfundur í Ísraelsfelagnum. Fundurin verður í Miðlon, Hoyvíksvegur 67., í Tórshavn. Fyrireikarnir siga, at teir hava fingið til láns hugnaligu hølini hjá Norðoya Sparikassa. Ísraelsfelagið vil takka Norðoya Sparikassa fyri hetta beinasemi, sum teir við hesum vísa mótvegis felagnum. Øll, við áhuga fyri Ísrael, eru vælkomin á fundin. Um ein ikki er limur er hetta eingin forðing. Tað verður høvið, á fundinum, at melda seg sum lim í felagnum, um ein ynskir tað.


Sum øllum kunnugt, so hava tað tey seinastu mongu árini veri tvey feløg, Ísraelsfelagið og Vinir Ísraels. Vit gleðast um, at hóast tað hava verið tvey feløg so hava feløgini staðið saman um fleiri tiltøk ígjøgnum árini. Tað seinasta dømi er nýstovnaði felagskapurin, til frama fyri heimkomu Jødana, Keren Hayesod, sum bæði feløgini, saman við felagnum, Ísraelsmisjónin, koma at varða av. Í eina tíð hevur tað verið arbeitt við at leggja feløgini saman, tí verður samanlegging eitt av høvuðspunktunum á skránni.


Umframt tað lógarásettu fundarskránna, so verður 60 ára dagur Ísraels eisini við á skránni. Eisini verður filmur sýndur um bíbilskan útgrevstur har høvuðsdenturin er altarið hjá Josva, sum professarin og fornfrøðingurin Adam Zertal kom fram til undir útgrevstri á Ebal fjallinum. Hetta er eitt forvitnisligt fund, sum hevur verið ein torn í eygunum hjá fleiri bíbliuatfinnarum og eisini tept munnin hjá fleiri.


Fyrireikarnir heita á limir og onnur, við positivum áhuga fyri Ísrael, um at møta fjølment á fundinum og gera sína positivu ávirkan galdandi bæði á felag og nevnd. Ein drekkamuður, við onkrum afturvið, verður eisini, og tá verður høvið at hugna sær við einum Ísraelspráti.



Poul Jóhan Djurhuus

Gjaranes@post.olivant.fo