Aðalfundur í MenTón

Aðalfundur hjá MenTón verður 8. mei kl 14.00 í Klingruni í Norðurlandahúsinum
Felagið sum var stovnað 6. mars við eini fyribilsnevnd, hevur nú sín fyrsta veruliga aðalfund, har nevndin skal veljast og viðtøkurnar skulu góðtakast. Har skulu sambært viðtøkunum vera tveir tiltakslimir og granskoðari við, og tað hevur tað ikki verið. Eisini fer nevndin at greiða frá, hvat er gjørt higartil og hvørjar ætlanir eru fyri framman.
Felagið er farið undir samstarv við starvsfelagarnar, um man kann siga tað so, í Gøtu, GRÓT. Eisini er felagið so smátt fari undir eina verkætlan viðv. einum konserthúsið í høvustaðnum.
Høvi verður at tekna seg sum lim í felagnum, og eftir fundin verur ein konsert við, GóGó Blús, RÓP, Búa Dam og øðrum, sigur MenTón í tíðindaskrivi.