Aðalfundur hjá Plátufelagnum Tutl

Plátufelagið Tutl er felag til útgávu og sølu av tónleikatilfari, nú við 31 árum á baki. Í annaðkvøld, 25. apríl kl 19.00, hevur felagið aðalfund í Pætursarstovu, har kjakast skal um m.a samstørv í útlondum, konsertferðir og framtíðarætlanir felagsins

Farna árið hevur verið eitt virkið ár fyri Plátufelagið Tutl við nógvum útgávum, konsertferðum og hendingum. Tutl hevur nýliga fingið umboð í Brússel, og sáttmáli fer í næstum at skrivast við konsertfyriskiparar í Týsklandi, Eysturríki og Sveis, umframt distributión av Tutl kataloginum í londum sum Kanada, Danmark, Íslandi og Týsklandi. Tískil er nokk at taka saman um á fundinum, bæði hvat viðvíkur undanfarna tíðarskeiðnum og framtíðini.

Afturat kjakinum um samstørv í útlondum, konsertferðir og framtíðarætlanirnar hjá felagnum, verður eisini viðgerð av fløgu-kataloginum hjá Tutl og val av nevnd. Núverandi limirnir í nevndini eru Sólarn Solmunde, Knút H. Eysturstein og Ólavur Olsen. Dagligur leiðari er Kristian Blak.

Tutl aðalfundur fríggjakvøldið 25. apríl í Pætursarstovu.