Kristi himmalsferðardag 5. mai kl. 15.00 hevur Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag, KLH, aðalfund í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum.
KLH er ópolitiskt og hevur til endamál at virka fyri kristiligum sendingum í almenna útvarpinum og sjónvarpinum, og at styðja útvarpi og sjónvarpi í góðum og sømiligum sendingum. KLH vil forða fyri, at útvarpið og sjónvarpið verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum ikki er kristnum siði og kristnari trúgv verdugt.
Á aðalfundinum greiðir Ivan Niclasen, leiðari á mentanardeildini í SVF, frá programvirkseminum í sjónvarpinum.
Tað ber til at tekna seg sum lim á aðalfundinum.
Í sambandi við aðalfundin verður eisini alment møti í missións- og ungdómshúsinum kl. 18.00, har øll eru vælkomin. Glyvra Streingjakór syngur.