Kommunusamskipan Føroya er júst liðugt við formligi aðalfundurin, har eitt nú Gunvá
við Keldu, nývald forkvinna í felagnum, helt sína fyrstu formansfrágreiðing.
Í løtuni heldur Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri og formaður í
Javnaðarflokkinum røðu um lokalt sjálvræði - sama skal Kári á Rógvi, formaður í
Sjálvstýrisflokkinum gera.
Síðani verður kjak um hetta sama. Eftir tað verður høvi at síggja Hoyvíkar kirkju og
nýggju fimleikarhøllina Fimi.
Í kvøld verður boðið til døgurða á Hotel Føroyum.
Skrivað hevur: Dávur Winther









