Aðalfundur hjá Ferðavinnuni í Eysturoy

Mikukvøldið 17. mars hevur nevndin fyri Ferðavinnuna í Eysturoy aðalfund í Róðrarneystinum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ á Glyvrum. Aðalfundurin byrjar kl. 19.00.
Umframt vanligu aðalfundarskránna skal endalig støða takast fyri luttøku í millumtjóða verkætlanini Norðurslóð, sum varar 3 fylgjandi ár.
Á fundinum verður eisini stutt framløga og kjak um nýggju økisferðavinnu-ætlanina fyri Eysturoy. Undir arbeiði framyvir, verður framløga og støðutakan til meira beinleiðis marknaðarføring av Eysturoynni uttanlanda. Viðtøkubroytingar um víðkan av nevndini skulu eisini takast upp á Aðalfundinum mikukvøldið.