99 ára gomul endaði aftur í Klaksvík

Ferðin hjá einari 99 ára gamlari konu úr Klaksvík til Svínoyar gjørdist heldur longri enn ætlað. Flogskipararnir lótu hana sita eftir í tyrluni, og hon endaði tí aftur í Klaksvík

Eini seks fólk vóru við tyrluni, sum fríggjamorgunin fór út til Svínoyar. Ein 99 ára gomul kona og sonur hennar, tríggir fugloyingar og ein maður, sum skuldi umvæla antennu á Eysturhøvda á Svínoynni.
Tá tyrlan lendi í Svínoy, fingu ferðafólkini boð um at fara úr henni, tí hon skuldi niðan á Eysturhøvda, áðrenn hon helt leiðina fram til Fugloyar.
Fólkini fara síðani úr tyrluni, og sonur ta gomlu konuna skal fara yvir til hurðina at hjálpa móðir síni úr tyrluni, men áðrenn hann veit av, fer tyrlan upp frá aftur og heldur leiðina niðan á Eysturhøvdan við gomlu konuni umborð.
Flogskipararnir høvdu givið manninum, ið tekur sær av tyrlupallinum í Svínoy, boð um, at tann gamla konan kundi sleppa úr tyrluni, tá teir komu aftur av Eysturhøvdanum, tí hon var so illa gongd.
Ímeðan tyrlan er á Eysturhøvdanum, fær hon boð um at fara til havs, tí ein maður á russiskum trolara hevði fingið skaða.

Aftur í Klaksvík
Áðrenn tyrlan fer til havs, setir hon seg í Klaksví at bunkra, og boð verða send eftir sjúkrabilinum at koma eftir gomlu konuni. Sum skilst fór sjúkrabilurin sum í neyðsendarørindum niðan á tyrlupallin eftir konuni, tí teir hildu, at hon aftur skuldi leggjast á sjúkrahúsi, haðani hon júst var komin.
Ímeðan standa fólk í Svínoy og bíða eftir tyrluni við gomlu konuni, men hon kemur ikki vegin fram.
Tá tyrlan kemur aftur til lands, fer hon aftur til Klaksvíkar eftir gomlu konuni, sum loksins sleppur aftur til Svínoyar seint seinnapartin.
Sonur ta gomlu konuna skilir ikki, hví hon ikki slapp úr tyrluni beinanvegin, tí tað hevði ikki tikið so ómetaliga langa tíð at fingið hana úr. Hon var ikki væl fyri, tá hon einaferð kom aftur til Svínoyar, tí hon er so gomul og hevði júst verið innløgd.
Hesin túrurin hjá henni tók longri tíð enn við gamla Immanuel, sum fyrr sigldi til Svínoyar.