H1N1-beinkrím
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Meksiko hevur boðað frá 590 royndarstovuskrásettum tilburðum millum menniskju, harímillum 25 deyðsføll. Høga talið av deyðum úr Meksiko er orsakað av framhaldandi kanningum av áður tiknum royndum.
USA hevur skrásett 226 tilburðir við royndum á royndarstovum, harímillum eitt deyðsfall – ein tvey ára gomul meksikansk smágenta.
Hesi londini hava skrásett tilburðir, ið eru staðfestir á royndarstovum, uttan nakran deyða. – Bretland (15), Danmark (1), El Salvador (2), Eysturríki (1), Frakland (2), Hong Kong (1), Italia (1), Írland (1), Ísrael (3), Kanada (85), Kolumbia (1), Kosta Rika (1), Niðurlond (1), Ný Sæland (4), Spania (40), Sveis (1), Suðurkorea (1) og Týskland (8).
Eini hyggjuráð frá heimsheilsustovninum til fólk, ið ætla sær at ferðast, eru at útseta ferðina, um tey kenna seg illa fyri ella sjúk, og fyri fólk, ið hava fingið sjúkutekin eftir altjóða ferðir um at leita sær læknahjálp sambært lokalum vegleiðingum.
WHO mælir framvegis frá at seta í verk ferðabann til ávís støð ella at lata landamørk aftur.