98 fólk heittu á KRIS um hjálp

Beinta M. Pedersen er forkvinna í KRIS.

Hjálparfelagsskapurin KRIS, ið veitir vegleiðing og hjálp til offur av kynsligum ágangi, kunngjørdi í gjárkvøldið hagtølini fyri fyrra hálvár 2015. Ikki kann sigast annað, enn talan er um skelkandi tøl frá felagsskapinum.


- Heili 98 fólk heittu á KRIS, fyri at taka av tilboðnum um hjálp fyri teirra sváru seinárin, av kynsliga áganginum teimum hevur verið fyri. Og hetta er bert frá januar til juni, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivi.


Í felagsskapinum eru tey serliga órógvaði av, at av teimum, ið vendu sær til KRIS í hesum tíðarskeiði, eru tað heili 80 prosent, ið vendu sær til teirra fyri fyrstu ferð.


Av teimum, ið vendu sær til felagsskapin, vóru fimtan prosent undir átjan ár, 35 prosent millum 18 og 29 ár, 40 prosent millum 30 og 65 ár og 10 prosent, har aldur ikki varð upplýst.


Felagsskapurin veitir hjálp til teirra, ið eru yvir 18 ár, meðan tey, ið eru yngri enn 18 ár, verða víst til avvarðandi myndugleikar, løgreglu og barnavernd.


Um hugt verður eftir kyni, so vóru 65 prosent av fráboðanum frá kvinnum, meðan 30 prosent vóru frá monnum.


Felagsskapurin sær tó ein glotta í teimum tungu hagtølunum.


- Um okkurt gott skal tulkast úr hesum tølum, eru tað at í 67% av tilburðunum vóru onnur enn ofrið, so sum avvarðandi, starvsfelagar, myndugleikar og onnur sum settu seg í samband við KRIS. Hetta er greitt tekin um, at føroyingar standa saman um at basa hesum trupulleika, skrivar KRIS í tíðindaskrivinum.

Beinta M. Pedersen er forkvinna í KRIS.

Beinta M. Pedersen er forkvinna í KRIS.

Beinta M. Pedersen er forkvinna í KRIS.

Beinta M. Pedersen er forkvinna í KRIS.

Beinta M. Pedersen er forkvinna í KRIS.