97 ára gamal noktar seg sekan

Ungarski Laszlo Csatary, sum er undir illgruna fyri at hava givið boð um at senda fleiri túsund jødar í nazistiskar týningarlegur undir seinna heimsbardaga, noktar seg sekan. Csatary, sum er 97 ára gamal, var til avhoyringar hjá ungarska ákæruvaldinum í gjár.

Simon Wiesenthal-stovnurin heldur uppá, at Csatary var yvirmaður í ungarsku løgregluni undir seinna heimsbardaga, og at hann skipaði fyri at senda jødar til týningarlegur.

Csatary fór til Kanada aftan á heimsbardagan, men flutti aftur til Ungarn fyri 15 árum síðani. Hann varð tikin í síðsta mánað orsakað av skuldsetingini hjá Simon Wiesenthal-stovninum og settur í húsavarðhald, men hann er ikki formliga skuldsettur fyri nakað.