Listamaðurin Andrias Andreassen hevur í mong ár fingist við at gera standmyndir úr leiri. Serliga hevur han lagt seg eftir at gera sonevndar bustur – tað er myhndir av leiri av høvdi, niður móti bringuni á fólki.
Hann hevur gjørt bustir av mongum kendum føroyingum. Vit kunnu nevna Olivur við Neyst, Jens Paula Heinesen, Amariel Norðoy, Eyðun Johannesen, Torbjørn Olsen, Sámal Ravnsfjall, Steinbjørn B. Jacobsen og Tobba Jacobsen. Fyri altso at nevna nakrar.
Hann ger eisini bustir eftir bílegging, og onkur av hesum hevur verið í sambandi við bøkur, sum Sveinur Tummasson hevur skrivað.
- Tá hann skrivaði bókina um Dávur í Tjørnuvík, heitti hann á meg, um eg vildi gera eina bustu av Dáva, og tað gjørdi eg so, sigur Andrias Andreassen.
Nú er Sveinur so í holt viða t skriva eina bók um elsta nólsoyingin, Richard Jacobsen, sum í dag er 97 ára gamal. Hann hevur sum vera man nógvar lívsroyndir, og hevur upplivað tveir heimsbardagar millum nógv annað. Richard Jacobsen hevur verið bóndi alt sítt lív, og hóast høga aldurin, er hann framvegis frískur og ferugur.
- Tað er ikki soleiðis, at eg taki einahvørja uppgávu á meg uttan fyrilit. Eins og eg altíð geri, var eg eisini hesaferð úti og »skoðaði verkið«. Og tá eg sá Richard, var eg onga løtu í iva um, at hesa standmyndina vildi eg gera, sigur Andrias Andreassen.
Gott tol
Hann hevur so ferðast út til Nólsoyar javnan og hevur eftirhondini skapt hesa bustina, sum nú er um at vera liðug.
- Eg haldi, at eg havi verið í Nólsoy einar tíggju ferðirnar. Vanliga havi eg arbeitt einari tríggjar tímar tilsamans hvørja ferð, men slíkt arbeiði krevur konsentratión, og tí verið eg noyddur at fara út at ganga inn ímillum, fyri at klára høvd og eygu, sigur Andrias Andreassen.
Tað hevur sostatt tikið myndahøggaranum fleiri enn 30 tímar at evna standmyndina av Richard Jacobsen til, og Andrias Andreassen sigur, at ikki bert hevur Richard verið elsta modellin, hann hevur gjørt standmynd av, men eisini hin mest tolna.
- Hann hevur sitið púra stillur og hevur í heila tikið verið serstakliga lættur at arbeitt við, sigur Andrias Andreassen.
Heldur ikki Richard Jacobsen sjálvur heldur, at tað hevur verið serliga strævið at sitið modell.
- Nei, tað hevur ikki bilað at sitið stillur so leingi, sigur Richard Jacobsen.
Nú bustan er liðug, er hon ogn hjá Sveini Tummasson, men Andrias Andreassen vónar, at tað fer at bera til at lána hana, um tað skuldi verið.
- Tað hevði verið gott, um eg kundi lánt hana til onkra framsýning og líknandi, sigur myndahøggarin.
Hann fæst mest við at gera standmyndir, men fæst eisini eitt sindur við at forma aðrar figurar.
Vit vóru við, tá myndahøggarin var í Nólsoy mánadagin. Hetta var seinasti dagurin, at hann »fekk nakað meira burtur úr« Richardi, og hann hevði tí standmynd og annað tilfar við sær aftur til Havnar hendan dagin. Nú er bara endaliga fínpussingin eftir, so er standmyndin av 97 ára gamla Richardi Jacobsen liðug.