97 ára gamal fjeppari til FA Cup finaluna

Í 1927 sat ein spentur 16 ára gamal kostskúlanæmingur millum áskoðarafjøldina hjá Cardiff, sum spældi FA-Cup finaluna ímóti Arsenal hetta árið. Í morgin - 81 ár seinni - verður tann nú 97 ára gamli Cardiff-fjepparin, David Morgan aftur millum áskoðarnar, tá Cardiff skal spæla FA Cup finaluna ímóti Portsmouth. David Morgan fekk atgongumerkið frá pápa sínum. ?Tað var heilt ótrúligt at verða til finaluna í 1927. Cardiff skoraði 15 minuttir áðrenn leiklok, og eg má siga, at teir síðstu 15 minuttirnir av tí dystinum, vóru teir longstu 15 minuttirnir í mín 97 ára langa lívi.? David Morgan, sum er fyrrverandi bankastjóri gleðir seg nógv til finaluna í morgin. Hann hevði sesongkort til heimadystirnar hjá Cardiff í nógv, nógv ár. ?Eg havi ikki sesongkort longur, men eg fari til summar heimadystir við abbasoninum, sum eisini er ein stórur Cardiff-fjeppari. Eg vóni so inniliga, at Cardiff endurtekur bragdið frá 1927.?