Tað er ikki hissini arbeiði, sum liggur aftanfyri, tá ljóðið frá stjørnunum rungar yvir áhoyararnar á Vágsbøi. Tað er Ljóðtøkni við Hjalmar Hvítklett, sum fyri 10. ferð av 10 stendur á odda fyri ljóðanleggunum á Summar Festivalinum, og hann og hansara fólk hava langar arbeiðsdagar í løtuni.
- Sjálvt tað praktiska arbeiðið her í Klaksvík byrjaði í gjár. Og vit arbeiða meira ella minni í døgndrift fram til sunnudagin, tá alt er tikið niður. Tá er sjálvandi eftir at fáa alla útgerðina til Havnar og at fáa alt inn á goymsluna, men hetta seinasta gera vit neyvan fyrr enn mánadagin, sigur Hjalmar.
- Og tá tosa vit bert um handaliga partin av arbeiðinum. Undan hesum fer nógv tíð við fyrireiking. Bæði við at syrgja fyri, at rætta útgerðin er tøk, og ikki minst í samskifti við bólkar, sum hava bæði ymisk og serlig ynski til útgerðina til júst teirra framførslu.
- Tað kann stundum tykjast møtumikið, men samstundis eru tað júst uppgávur sum hesar, ið eru spennandi og avbjóðandi, so tær hvørki vildu ella kundu vit verið fyriuttan, sigur Hjalmar.
Ljóðtøkni er uttan iva tann fyritøkan í Føroyum, sum hevur størstu og bestu útgerðina til tiltøk av hesum slagnum, og teir standa fyri ljóðinum á flestu stóru tónleikatiltøkunum í landinum. Anleggið, sum skal ljóma á Vágsbøi í ár er tað størsta, sum higar til hevur verið í Føroyum, og tað eru ikki hissini tøl, sum Hjalmar borðreiðir við, tá spurt verður um støddina á anlegginum.
- Bara á Vágsbøi er styrkin 96.000 watt, og samanlagt draga vit á leið 20 kilometrar av kaðlum, umframt at ljósútgerðin sjálvandi eisini krevur sítt. So hetta er ikki løtuverk.
Stóran part av útgerðini eigur Ljóðtøkni, men tá talan er um somikið stóra pallseting, loysir tað seg ikki at keypa, sigur Hjalmar.
- Tað hevði als ikki borið til. Vit hava samstarv við ein góðan veitara í Danmark. Á tann hátt kunnu vit tryggja, at vit altíð hava neyðugu serútgerðina tøka, sigur Hjalmar.









