irkin Vágur byrjar alment 1. februar.
- Men, vit fara tó at tjóvstarta longu týsdagin hin 30. januar, tá tilber at gera mátingar í fimleikahøllini.
Virkin Vágur er eitt heilsuátak, sum Vágs kommuna skipar fyri.
Skráin er nú liðug, og hon er rúgvismikil.
Í Vági siga tey, at heili 96 almenn tiltøk, sum eru góð fyri heilsuna, bæði likamliga og sálarliga, verða í Vági hesar dagarnar.
Skráin fyri Virkin Vágur sæst um heimasíðuna hjá Vágs kommunu – www.vagur.fo
Í Vági verður sagt, at á Facebook-vanganum hjá Miðlatúni verður leypandi kunning um tiltøk og vinnarar í sambandi við tiltakið.