950 tons av alifóðuri í lastini

- Vit komu inn á Runavík at bunkra, og so gera vit okkurt smávegis samstundis, sigur skiparin á Havfrakt.

Í dag kom handilsskipið Havfrakt á Runavík. Teir eru ávegis upp á Vesturlandið í Íslands við 950 tonsum av alifóðuri úr Noregi.

 

- Vit komu inn á Runavík at bunkra, og so gera vit okkurt smávegis samstundis, sigur skiparin, Jóannis Christiansen, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Hann vísir á, at teir hava siglt rættiliga nógv millum Noreg og Ísland í ár. Úr Noregi hava teir havt alifóður, og úr Íslandi hava teir havt sildamjøl við aftur til Noregs.

 

- Fimm mans eru við Havfrakt, og tað er reiðaríið Frakt & Sand í Runavík, sum eigur skipið, veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga seinnapartin í dag.