95 tesurnar talgiltar á føroyskum

Nógv hevur verið gjørt burturúr at hátíðarhalda, at tað nú eru 500 ár liðin síðani Trúbótina. Millum annað hevur Nám gjørt og útgivið tilfar, sum er latið øllum húskjum í landinum. 

 

 

Eisini hevur heimasíðan Snar.fo lagt tær 95 tesurnar ella avlátssetningarnir út á heimasíðuna á føroyskum í gjár. Avlátssetningarnir vórðu útgivnir í 2007 í bók eftir David Jóhannesen, men hetta er fyrstu ferð, at tær hava verið talgilt atkomuligar. 

 

 

Hesir setningarnir vísa á, hvussu sintur Martin Luther var, tá hann skrivaði teir fyri 500 árum síðani. Eisini geva setningarnir innlit í, hvat tað var, sum var upprunin til Trúarbótina. 

 

 

Les tær 95 avlátssetningarnir her