Sambært serbiska ákæruvaldinum var, Sandor Kepiro, sem er ættaður úr Ungarn, við til at beina fyri í minsta lagi 2.000 serbum og jødum undir seinna heimsbardaga.
Sandor Kepiro var løgreglumaður og seinni hermaður undir heimsbardaganum. Hann bleiv tikin í 1944 og fekk tíggju ára fongsul fyri at hava tikið lut í einum hópdrápi í býnum Novi Sad í januar í 1942. Har blivu fleiri hundrað húski myrd og líkini tveitt í eina á. Men Sandor Kepiro slapp undan at fara í fongsul, tí ungarskir fasistar fríaðu hann og hjálptu honum at flýggja til Argentina aftan á kríggið.
Nú hava serbisku myndugleikarnir gjørt av at taka málið uppaftur, hóast tann gamli løgreglumaðurin og hermaðurin er vorðin 94 ára gamal. Sjálvur hevur Sandor Kepiro sýtt fyri at koma til Beograd, og eins og í 1944 heldur hann uppá, at hann er ósekur.