Sunnukvøldið var løgreglan úti við ferðmátara sínum, millum annað í Kollafirði.
Fyrr í morgun skrivaði Portalurin um ein bilførara sum koyrdi 133 í Kaldbaksfirði. Men tað varð eisini koyrt skjótt í Kollafirði.
Á einum staði Inni í Firði varð ferðin mátað á øllum teimum bilunum, sum koyrdu gjøgnum bygdina. Her var talan um eitt rættiliga stórt tal av bilum.
Og talan var eisini um eitt rættiliga stórt tal av bilum sum vórðu uppskrivaðir fyri at hava koyrt alt ov skjótt ígjøgnum bygt øki.
Fleiri koyrdu við 75 km/t gjøgnum bygda økið, meðan aðrir koyrdu bæði 80 og 91.
Tann sum koyrdi skjótast var heilt uppi á 94 km/t, og fekk beinanvegin treytaða frádøming av koyrikortinum.
Íalt varð talan um 10 bilførarar sum vórðu uppskrivaði í hesum sambandi ta løtuna ferðmátingin vardi frá klokkan 19:30 og hálvan annan tíma fram.










